Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

71. fundur 

Ár 2020, mánadagin 27. apríl, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 136/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Heimild til at víkja frá, at svartkjaftur verður settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 15, stk. 1, nr. 1)

Málið varð beint í Vinnunevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 137/2019: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2020 og 2021

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2019: Uppskot til samtyktar um at dagføra lóg um starvsmenn

Málið varð beint í Rættarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 102/2019: Uppskot til samtyktar um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum eitt nú vegna aldur

Málið varð beint í Rættarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 119/2019: Uppskot til samtyktar um fjarstørv kring landið

Málið varð beint í Rættarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 122/2019: Uppskot til samtyktar um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali verða nøktandi og á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum annars

Málið varð beint í Rættarnevndina

 

Fundur niðurlagdur kl. 17.24
Fundur uppafturtikin kl. 18.00

7.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr.
138/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin) (Víðkan av tonsaskattaskipanini til at fevna um eina røð av serskipum o.a.)

 

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður hevur tikið aftur løgtingsmál nr. 97/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðaríverksemi (Tonsaskattalógin) (Víðkan av tonsaskattaskipanini til at fevna um eina røð av serskipum o.a.)
Upp á fyrispurning frá formanninum, sambært § 55, stk. 3 tók ongin málið uppaftur.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, mikudagin 29. apríl 2020, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.       Ófráboðaðir fyrispurningar

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 138/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin) (Víðkan av tonsaskattaskipanini til at fevna um eina røð av serskipum o.a.)

3.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 18.03

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen