Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
SM/am

 

88. fundur                                                    

Ár 2020, mikudagin 10. juni, kl. 15.12, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

 

Framløga
Formaðurin boðaði frá,
at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 143/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19 (Broytt heiti, stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, mótrokning í aðrari inntøku),
at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmálini nr. 144/2019: Uppskot til løgtingslóg um at eftirgeva lán til Framtak orsakað av COVID-19, nr. 147/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19 og nr. 149/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19),
at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmálini nr. 145/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020 og  nr. 146/201: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Rætting av yvirskriftum til talvur í skjali 1 og skjali 2)
at Jenis av Rana landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 148/2019
Uppskot til løgtingslóg um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í sambandi við COVID-19

Hesir tingmenn viðmæla, at tingmálini kunnu leggjast fram sbrt § 54, stk. 2 í Tingskipanini: Jákup Mikkelsen, Brandur Sandoy, Frimodt Rasmussen, Beinir Johannesen, Jaspur Langgaard, Edva Jacobsen, Erhard Joensen, Heðin Zachariasen, Jógvan á Lakjuni, Kristin Michelsen, Uni Rasmussen, Johan Dahl, Jóhan Eli Poulsen, Rósa Samuelsen, Steffan Klein Poulsen, Bill Justinussen, Magnus Rasmussen og Christian Andreasen.

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður fríggjadagin 12. juni 2020 við hesi dagsskrá:

1.     1. viðgerð av tingmáli nr. 143/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19 (Broytt heiti, stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, mótrokning í aðrari inntøku)

2.     1. viðgerð av tingmáli nr. 144/2019: Uppskot til løgtingslóg um at eftirgeva lán til Framtak orsakað av COVID-19

3.     1. viðgerð av tingmáli nr. 147/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

4.     1. viðgerð av tingmáli nr. 149/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19)

5.     1. viðgerð av tingmáli nr. 148/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í sambandi við COVID-19

6.     1. viðgerð av tingmáli nr. 145/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020

7.     1. viðgerð av tingmáli nr. 146/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Rætting av yvirskriftum til talvur í skjali 1 og skjali 2)

8.     Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 15.20

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen