Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 Løgtingsins gerðabók

SM/am  

91. fundur                                                    

Ár 2020, hósdagin 18. juni, kl. 15.10, varð tingfundur settur.

 


Frávik

 

Formaðurin las skriv frá Christiani Andreasen, Steffani Klein Poulsen, Akseli V. Johannesen, Magnusi Rasmussen, Jóhan Eli Poulsen og Sirið Stenberg, har heitt verður á tingformannin um at gera frávik í øllum tíðarfreistum, ið eftir eru, sambært § 85 í Tingskipanini, í viðgerðini av løgtingsmálunum:

 

Løgtingsmál nr. 143/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19 (Broytt heiti, stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, mótrokning í aðrari inntøku)

 

Løgtingsmál nr. 144/2019: Uppskot til løgtingslóg um at eftirgeva lán til Framtak orsakað av COVID-19

 

Løgtingsmál nr. 146/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Rætting av yvirskriftum til talvur í skjali 1 og skjali 2)

 

Løgtingsmál nr. 147/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til ferðavinnufyritøkur fyri fastar útreiðslur í sambandi við COVID-19

 

Løgtingsmál nr. 148/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í sambandi við COVID-19

 

Løgtingsmál nr. 149/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19)

 

Løgtingsmál nr. 150/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógum um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Heimild til landsstýrismannin í kunngerð at leingja tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanina, reglur um ongan stuðul í uppsagnartíð og áseting av skiftisreglum)

Samtykt 25-0-0


Til viðgerðar:

 

1.     Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 140/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avmarkað skattskylda við avhendan av partabrøvum o.a.) og nr. 146/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Rætting av yvirskriftum til talvur í skjali 1 og skjali 2)
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 144/2019: Uppskot til løgtingslóg um at eftirgeva lán til Framtak orsakað av COVID-19

Fundurin niðurlagdur kl. 15.13
Fundurin uppafturtikin fríggjadagin 19. juni kl. 10.40

og at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 149/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19)


Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður fríggjadagin 19. juni 2020, kl. 11.00, við hesi dagsskrá:

1.     2. viðgerð av tingmáli nr. 140/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avmarkað skattskylda við avhendan av partabrøvum o.a.)

2.     2. viðgerð av tingmáli nr. 143/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19 (Broytt heiti, stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, mótrokning í aðrari inntøku)

3.     2. viðgerð av tingmáli nr. 144/2019: Uppskot til løgtingslóg um at eftirgeva lán til Framtak orsakað av COVID-19

4.     2. viðgerð av tingmáli nr. 146/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Rætting av yvirskriftum til talvur í skjali 1 og skjali 2)

5.     Løgtingsmál nr. 149/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19)

6.     Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 10.44  

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen