Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 Løgtingsins gerðabók

SM/am  

92. fundur                                                    

Ár 2020, fríggjadagin 19. juni, kl. 11.04, varð tingfundur settur.


Frávik
Formaðurin las skriv frá
Magnusi Rasmussen, Christiani Andreasen, Steffan Klein Poulsen, Akseli V. Johannesen, Sirið Stenberg og Bjarna Kárason Petersen har heitt verður á tingformannin um at gera frávik í øllum tíðarfreistum, ið eftir eru, sambært § 85 í Tingskipanini, í viðgerðini av løgtingsmálunum:

Løgtingsmál nr. 140/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avmarkað skattskylda við avhendan av partabrøvum o.a.)

Løgtingsmál nr. 145/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020

Løgtingsmál nr. 151/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020-2


Samtykt 24-3-0

Til viðgerðar:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 140/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avmarkað skattskylda við avhendan av partabrøvum o.a.)

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.           2. viðgerð av tingmáli nr. 143/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19 (Broytt heiti, stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, mótrokning í aðrari inntøku)

Uppskotið samtykt 26-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.           2. viðgerð av tingmáli nr. 144/2019: Uppskot til løgtingslóg um at eftirgeva lán til Framtak orsakað av COVID-19

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

4.           2. viðgerð av tingmáli nr. 146/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Rætting av yvirskriftum til talvur í skjali 1 og skjali 2)

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

5.       Løgtingsmál nr. 149/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19)

Uppskot frá Christiani Andreasen um at beina málið aftur í nevnd samtykt 14-0-12

Fundur niðurlagdur kl. 13.20
Fundur uppafturtikin kl. 14.01

Framløga
Formaðurin boðaði frá
at Bjørt Samuelsen, Johan Dahl, Beinir Johannesen, Henrik Old, Bjarni Hammer, Christian Andreasen og Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmenn, hava lagt fram tingmál nr. 151/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020-2
Hesir tingmenn viðmæla, at tingmálið kann leggjast fram sbrt § 54, stk. 2 í Tingskipanini: Bjørt Samuelsen, Bjarni Kárason Petersen, Beinta Løwe Jacobsen, Christian Andreasen, Edva Jacobsen, Erhard Joensen, Frimodt Rasmussen, Heðin Mortensen, Henrik Old, Hervør Pálsdóttir, Høgni Hoydal, Johan Dahl, Jóhannis Joensen, Rósa Samuelsen, Sirið Stenberg, Aksel Vilhelmson Johannesen og Ingilín Didriksen Strøm

 at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 148/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í sambandi við COVID-19 og

at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 150/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógum um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Heimild til landsstýrismannin í kunngerð at leingja tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanina, reglur um ongan stuðul í uppsagnartíð og áseting av skiftisreglum)

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður fríggjadagin 19. juni 2020, kl. 14.15, við hesi dagsskrá:

1.     3 viðgerð av tingmáli nr. 140/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avmarkað skattskylda við avhendan av partabrøvum o.a.)

2.     3. viðgerð av tingmáli nr. 143/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19 (Broytt heiti, stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, mótrokning í aðrari inntøku)

3.     3. viðgerð av tingmáli nr. 144/2019: Uppskot til løgtingslóg um at eftirgeva lán til Framtak orsakað av COVID-19

4.     3. viðgerð av tingmáli nr. 146/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Rætting av yvirskriftum til talvur í skjali 1 og skjali 2)

5.     2. viðgerð av tingmáli nr. 148/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til listafólk, tónleikafestivalar og almannagagnligar felagsskapir í sambandi við COVID-19

6.     2. viðgerð av tingmáli nr. 150/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslógum um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Heimild til landsstýrismannin í kunngerð at leingja tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanina, reglur um ongan stuðul í uppsagnartíð og áseting av skiftisreglum)

7.     1. viðgerð av tingmáli nr. 151/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri juni 2020-2

8.     Framløga

 

Fundur lokin kl. 14.06

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen