Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
SM/am

 

99. fundur 

 

Ár 2020, fríggjadagin 26. juni, kl. 9.56, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

 

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 142/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Vinnuligar royndir og verkætlanir, endalig avhending av rættindum, samanlegging av bólkunum 4 A og 4 B, tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

Broytingaruppskot frá Høgna Hoydal, Sirið Stenberg Bjørt Samuelsen, Kristinu Háfoss, Beintu Løwe Jacobsen og Hervør Pálsdóttir fall 12-0-14
Broytingaruppskot frá Henrik Old, Bjarna Hammer, Djóna Nolsøe Joensen og Heðini Mortensen fall 12-0-14
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 14-0-12
Málið avgreitt

2.     3. viðgerð av tingmáli nr. 141/2019: Uppskot til løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 15-0-13
Málið avgreitt

3.     Framhaldandi 2. viðgerð av tingmáli nr. 149/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19)

Broytingaruppskot frá minnilutanum í Vinnunevndini samtykt 15-1-12
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 15-0-13
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

4.     Framløga

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin 26. juni 2020, kl. 16.20, við hesi dagsskrá:

 

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 149/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19)

2.     Framløga

 

Fundur lokin kl. 16.17

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen