Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
SM/am

 

100. fundur 

 

Ár 2020, fríggjadagin 26. juni, kl. 16.23, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

 

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 149/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin) (Tíðaravmarkað heimild til landsstýrismannin at steingja matstovur og skeinkingarstøð orsakað av COVID-19)

Uppskotið, sum samtykt við 2. Viðgerð, endaliga samtykt 15-0-13

2.     Framløga

Formaðurin boðaði frá, at tað ikki eru fleiri mál at viðgera, og um einki serligt mál kemur, so verður ikki tingfundur aftur fyrrenn á ólavsøku.

 

Løgtingið hevur síðani á ólavsøku 2019 havt 100 fundir, ið hava vart 364 tímar. 149 mál eru framløgd, umframt 2 frágreiðingar sambært § 51 í Tingskipanini. 20 mál eru tikin aftur av uppskotssetaranum, 7 mál eru ikki komin aftur úr nevnd. Øll hini málini eru avgreidd frá tinginum. 7 skrivligir fyrispurningar eru settir. 67 munnligir fyrispurningar vóru á skrá á 3 fundum, og 24 ófráboðaðir fyrispurningar eru settir og svaraðir á 4 fundum. 120 § 52a spurningar eru settir higartil. Fíggjarnevndin hevur havt 37 fundir, Uttanlandsnevndin 16, Landsstýrismálanevndin 2, Vinnunevndin 28, Trivnaðarnevndin 28, Mentanarnevndin 10, Rættarnevndin hevur havt 16 fundir og § 25 nevndin hevur havt 5 fundir.



 

 

Fundur lokin kl. 16.36

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari

 

Uppskotssetari:
Landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, Helgi Abrahamsen