Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/
 
62. fundur
 

Ár 2016, hósdagin 17. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Kristin Michelsen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og  Rigmor Dam og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2015: Uppskot til samtyktar um barsilsskipan

Málið beint í Rættarnevndina

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2015: Uppskot til samtyktar um skjótast gjørligt at skipa eitt búskaparligt vakstrarforum

Málið beint í Vinnunevndina

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 100/2015: Uppskot til samtyktar um eitt meira miðvíst føroyskt átak í flóttafólkasorgarleikinum

Málið beint í Uttanlandsnevndina

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 104/2015: Uppskot til samtyktar um fría atgongd til ES-marknaðin fyri føroyskar fiskavørur

Málið beint í Uttanlandsnevndina

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um grind og annan smáhval (Grindalógin) (Revsing o.a.)

Málið beint í Vinnunevndina

6.        1. viðgerð av tingmáli nr. 94/2015: Uppskot til samtyktar um at endurskoða kringvarpslógina

Málið beint í Mentanarnevndina

 

7.        Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 70/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tollsatsir (Toll- og vøruskráin) (Broyting av vørunumrum) og nr.
71/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Fylgibroytingar og tekniskar broytingar)

 
Tikið av skrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin) (Viðvíkjandi borgarstjórum, sum sita í øðrum beinleiðis fólkavaldum starvi)

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 18. mars 2016, kl. 9.30, við hesi dagsskrá:

 

1.             1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kommunustýri (Kommunustýrislógin) (Viðvíkjandi borgarstjórum, sum sita í øðrum beinleiðis fólkavaldum starvi)

Málið verður beint í Rættarnevndina

2.             1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (KT-nýtsla)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndin

3.             1. viðgerð av tingmáli nr. 103/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Áseting um fylgjara)
Málið verður beint í Rættarnevndina

4.             1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveiting­arlógin) (Ymiskir elprísir)
Málið verður beint í Rættarnevndina

5.             1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2015:Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðarlundir (Fyrisitingarheimild til Umhvørvisstovuna)
Málið verður beint í Rættarnevndina

6.             Framløga

 
 
 
Fundur lokin kl. 18.15
 
 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari