Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

3.       fundur 

 

Ár 2018, týsdagin, 21. august, kl. 11.00, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Jákup Mikkelsen og Joen Magnus Rasmussen og Poul Michelsen, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.


Formaðurin bar fram minningarorð um Heina O. Heinesen, fyrrverandi løgtings­mann, ið andaðist 13. august 2018, og tingmenn mintust hann í tøgn.

Til viðgerðar:

1.       Ófráboðaðir fyrispurningar

2.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen, Jenis av Rana, Joen Magnus Rasmussen, Magnus Rasmussen, Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Bjørn Kalsø, Jógvan á Lakjuni og Jógvan Skorheim, hava lagt fram tingmál nr. 1/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð (Tunlar norður um Fjall)
at Páll á Reynatúgvu, vegna formansskapin hevur lagt fram tingmálini nr. 2/2018: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2016 og nr. 3/2018: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðsing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2017
at Kristina Háfoss, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 4/2018: Uppskot til løgtingslóg varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk
at løgtingsmenninir Kári P. Højgaard og Jógvan Skorheim vegna Sjálvstýri, hava lagt fram tingmálini nr. 5/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um gildistíð fyri koyrikort til tey eldru) og nr. 6/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Ókeypis læknaváttan)
at Sonja Jógvansdóttir, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmálini nr. 7/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Ásetingar um brotpensjón),
nr. 8/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Sjúka í frítíðini telur ikki sum frítíð) og
nr. 9/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit (Løgfrøðiligt kynsskifti)


Formaðurin boðaði frá skrivligum fyrispurningi nr. S-1/2018 til Ríkisumboðsmannin frá Edmund Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi hernaðarliga virksemið á Eiði og Eiðiskolli undir seinna veraldarbardaga.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 30. august 2018, kl. 13.30, við hesi dags­skrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2018: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2016

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2018: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðsing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2017
Tingmálini nr. 2 og 3/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Rættarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 4/2018: Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk (Varskógvaralógin)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 1/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð (Tunlar norður um Fjall)
Málið verður beint í Rættarnevndina.

5.       Framløga

 

 

 

Fundur lokin kl. 12.47

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari