Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/ód

 

4.       fundur 

 

Ár 2018, mánadagin, 10. september, kl. 13.30, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Pauli T. Petersen og Jenis av Rana eru á fundi í Norðurlandaráðnum, Heðin Mortensen og Kaj Leo Holm Johannesen og Høgni Hoydal, landsstýrismaður, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.


Formaðurin bar fram minningarorð um Jákup Lindenskov, fyrrverandi løgtings­mann, ið andaðist 18. august 2018, og tingmenn mintust hann í tøgn.

 

Til viðgerðar:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2018: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2016

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2018: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðsing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2017

Tingmálini nr. 2 og 3/2018 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Rættarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 4/2018: Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk (Varskógvaralógin)

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 1/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð (Tunlar norður um Fjall)

Málið varð beint í Rættarnevndina.

5.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Bárður Nielsen, Edmund Joensen, Magnus Rasmussen og Bjørn Kalsø vegna Sambandsflokkin hava lagt fram tingmálini nr. 10/2018: Uppskot til samtyktar um eina listaskúlaskipan, nr. 11/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækkan av grundupphædd til fólkapensjón),
at Sonja Jógvansdóttir, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmálini nr. 12/2018: Uppskot til løgtingslóg um heimild hjá kommunum at gera bústaðarfeløg at útvega, reka og leiga út bústaðir og nr. 14/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað inntøkumørk, stuðul til lægri mótrokning),
at løgtingsmenninir Bárður Nielsen og Bill Justinussen, hava lagt fram tingmál nr. 15/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018,
at løgtingsmenninir Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard, vegna Sjálvstýri, hava lagt fram tingmál nr. 13/2018: Uppskot til løgtingslóg um heimild til kommunur at útvega bústaðir,
at Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður, vegna Fólkaflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 16/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Úttgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt),
at Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, legði fram tingmál nr. 17/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.  

Formaðurin boðaði frá skrivligum fyrispurningum nr. S-2/2018 til Ríkisumboðsmannin frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi donskum CPR-nummari til allar føroyingar, og nr. S-3/2018 til Ríkisumboðsmannin frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi statsborgaraskapi og
nr. S-4/2018 til Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, viðvíkjandi fiskivinnuni í Norðoyggjum.

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 19. september 2018, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-4/2018 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, viðvíkjandi fiskivinnuni í Norðoyggjum

2.       Munnligir spurningar

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 5/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um gildistíð fyri koyrikort til tey eldru)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Ókeypis læknaváttan)
Tingmálini nr. 5 og 6/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Rættarnevndina og Trivnaðarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Ásetingar um brotpensjón)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

6.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 19.25

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari