Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

5.       fundur 

Ár 2018, mikudagin, 19. september, kl. 11.00, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Djóni Nolsøe Joensen og Magni Laksáfoss og landsstýrismenninir Poul Michelsen og Sirið Stenberg og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.


Formaðurin bar fram minningarorð um John Petersen, fyrrverandi løgtings­mann, ið andaðist 12. september 2018, og tingmenn mintust hann í tøgn.


Farloyvi:
Skriv frá Helenu Dam á Neystabø, dagfest 17. september 2018 har biðið verður um farloyvi frá 19. september til 6. oktober, vegna ST aðalfund, og at næsti á lista Javnaðarfloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti á lista Javnaðarfloksins er Hilbert Elisson.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Hilbert Elisson tekur sæti á tingi.


Til viðgerðar:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-4/2018 til Høgna Hoydal, landsstýrismann, frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, viðvíkjandi fiskivinnuni í Norðoyggjum

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

2.       Munnligir spurningar

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 5/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um gildistíð fyri koyrikort til tey eldru)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 6/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Ókeypis læknaváttan)

Tingmálini nr. 5 og 6/2018 vóru viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Rættarnevndina og Trivnaðarnevndina

5.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at Kristina Háfoss, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 18/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018-2

at Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, vegna Fólkaflokkin hevur lagt fram tingmálini nr. 20/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðabygging, nr. 21/2018: Uppskot til samtyktar um barnaansingargjald, nr. 22/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta arbeiðsgevarar í sambandi við sjúkradagpening, nr. 23/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp (Vinnufeløg undantikin kringvarpsgjald), nr. 28/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og løgtingslóg um áseting av skatti (Heimavirki), nr. 29/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Botnfrádráttur í kommunuskattinum) og nr. 30/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika uppboðssølu av rættindum á Flemish Cap)
at Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður vegna Fólkaflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 19/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattafríar gávur)
at Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, vegna Fólkaflokkin hevur lagt fram tingmálini nr. 24/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki), nr. 26/2018: Uppskot til løgtingslóg um verju av staðsettum uppmátingarmerkjum og nr. 27/2018: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika
at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður, hevur vegna Fólkaflokkin lagt fram tingmál nr. 25/2018: Uppskot til løgtingslo?g um broyting i? løgtingslo?g um tingly?singaravgjald (Lækking av avgjaldinum)
At løgtingsmenninir Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen, vegna Fólkaflokkin hava lagt fram tingmál nr. 31/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Avtaka uppboðssølu av fiskirættindum)


Tikið av skrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Ásetingar um brotpensjón)

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 20. september 2018, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, leggur fram tingmál nr. F-2/2018: Frágreiðing sbrt. § 51, stk. 4 í Tingskipanini um tilbúgving

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Sjúka í frítíðini telur ikki sum frítíð)
Málið verður beint í Rættarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit (Løgfrøðiligt kynsskifti)
Málið verður beint í Rættarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2018: Uppskot til løgtingslóg um heimild til kommunur at útvega bústaðir
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2018: Uppskot til samtyktar um eina listaskúlaskipan
Málið verður beint í Mentannarnevndina

6.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 17.58

  

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari