Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

6.       fundur 

 

Ár 2018, hósdagin, 20. september, kl. 11.00, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Djóni Nolsøe Joensen, Magni Laksáfoss og Sonja Jógvansdóttir og landsstýrismenninir Poul Michelsen, Kristina Háfoss og Sirið Stenberg og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.


Til viðgerðar:

1.       Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, legði fram tingmál nr. F-2/2018: Frágreiðing sbrt. § 51, stk. 4 í Tingskipanini um tilbúgving

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2018: Uppskot til løgtingslóg um heimild til kommunur at útvega bústaðir

Málið beint í Trivnaðarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2018: Uppskot til samtyktar um eina listaskúlaskipan

Málið beint í Mentannarnevndina

4.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at løgtingsmenninir Jákupi Mikkelsen og Bill Justinussen, hava lagt fram tingmál nr. 33/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul at byggja fótbóltshallir

Tikið av skrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Sjúka í frítíðini telur ikki sum frítíð)

1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit (Løgfrøðiligt kynsskifti)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 25. september 2018, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Ásetingar um brotpensjón)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018-2
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækkan av grundarupphædd til fólkapensjón)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2018: Uppskot til løgtingslóg um heimild hjá kommunum at gera bústaðarfeløg at útvega, reka og leiga út bústaðir
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað inntøkumørk, stuðul til lægri mótrokning)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

6.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 15.40

 

 Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari