Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

7.       fundur 

 

Ár 2018, týsdagin, 25. september, kl. 11.00, varð tingfundur settur.


Djóni Nolsøe Joensen, løgtingsmaður og Sirið Stenberg, landsstýrismaður og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.


Til viðgerðar:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 7/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Ásetingar um brotpensjón)

Málið beint í Trivnaðarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018-2

Málið beint í Fíggjarnevndina

3.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 32/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn,
at Poul Michelsen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 34/2018: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Postverk Føroya
at Henrik Old, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini nr. 35/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september-3 og nr. 36/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins
at Sirið Stenberg, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 37/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Elprísir til hitapumpur og elbilar)
at løgtingsmenninir Jenis av Rana og Bill Justinussen hava lagt fram tingmál nr. 38/2018: Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving í sambandi við ætlanir um møguliga fosturtøku

Formaðurin boðaði frá skrivligum fyrispurningi nr. S-5/2018 til Sirið Stenberg, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjúnabandslógini

Frávik:

Formaðurin las skriv dagfest 25. september frá Bill Justinussen, Paula T. Petersen, Jacob Vestergaard, Jákup Mikkelsen, Jógvan Skorheim, Ingolf S. Olsen, Jónleif Johannesen, Bjarna Hammer og Kristionnu Winther Poulsen har biðið verður um sambært § 85 í tingskipanini, at víkja frá tíðarfreistunum á øllum viðgerðarstigum í løgtingsmálunum nr. 35/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september-3 og nr. 36/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins
Samtykt 15-0-8

Tikið av skrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækkan av grundarupphædd til fólkapensjón)
1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2018: Uppskot til løgtingslóg um heimild hjá kommunum at gera bústaðarfeløg at útvega, reka og leiga út bústaðir
1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað inntøkumørk, stuðul til lægri mótrokning)

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 26. september 2018, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-5/2018 til Sirið Stenberg, landsstýrismann, frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjúnabandslógini

2.       Aðalorðaskifti sbrt. § 51, stk. 4 í Tingskipanin um F-2/2018: Tilbúgving

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september-3

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins

5.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 16.50

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari