Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

8.       fundur 

Ár 2018, mikudagin, 26. september, kl. 11.00, varð tingfundur settur.


Landsstýrismenninir Poul Michelsen, Kristina Háfoss, Sirið Stenberg, og Rigmor Dam og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.


Til viðgerðar:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-5/2018 til Sirið Stenberg, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjúnabandslógini

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.       Aðalorðaskifti sbrt. § 51, stk. 4 í Tingskipanin um F-2/2018: Tilbúgving

Málið avgreitt

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 35/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018-3

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 36/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins

Tingmálini nr. 35 og 36/2018 vóru viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

5.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmál nr. 39/2018: Uppskot til samtyktar um, at allir miðnámsskúlanæmingar fáa lestrarstuðul

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 27. september 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Útgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
Málið verður beint í Rættarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækkan av grundarupphædd til fólkapensjón)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2018: Uppskot til løgtingslóg um heimild hjá kommunum at gera bústaðarfeløg at útvega, reka og leiga út bústaðir
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað inntøkumørk, stuðul til lægri mótrokning)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2018: Uppskot til løgtingslóg um verju av staðsettum uppmátingarmerkjum

9.       1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2018: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika
Tingmálini nr. 24, 26 og 27/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Uttanlandsnevndina og Rættarnevndina

10.    Framløga

Fundur lokin kl. 16.40

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari