Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

9. fundur 

 

Ár 2018, hósdagin, 27. september, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Kristin Michelsen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Kristina Háfoss og Sirið Stenberg og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.


Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018

Málið beint í Fíggjarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Útgjaldið úr Samhaldsfasta skattafrítt)

Málið beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

Málið beint í Vinnunevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2015: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækkan av grundarupphædd til fólkapensjón)

Málið beint í Trivnaðarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2018: Uppskot til løgtingslóg um heimild hjá kommunum at gera bústaðarfeløg at útvega, reka og leiga út bústaðir

Málið beint í Trivnaðarnevndina

Tikið av skrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað inntøkumørk, stuðul til lægri mótrokning)
1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)

1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2018: Uppskot til løgtingslóg um verju av staðsettum uppmátingarmerkjum

1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2018: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 28. september 2018, kl. 9.30, við hesi dags­skrá:

 

1.       Framløga

Fundur lokin kl. 19.40

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari