Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

10.            fundur 

 

Ár 2018, fríggjadagin, 28. september, kl. 9.30, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen, Jákup Mikkelsen, Jacob Vestergaard, Bjørn Kalsø og Magnus Rasmussen og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Poul Michelsen, Henrik Old, Sirið Stenberg, og Rigmor Dam og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.


Til viðgerðar:

1.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at Kristina Háfoss, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini nr. 47/2018: Uppskot løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2019, nr. 46/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (leigubilar og leingjan av freist) og nr. 48/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald (Stuðul til persónar sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald)
at Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini nr. 43/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Viðbót eisini treytað av nettoinntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini), nr. 44/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om offentlig forsorg (Forsorgarlógin) (Javning av uppihaldsveiting) og nr. 45/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Javning av uppihaldsveiting)
at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 40/2018: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald
at Poul Michelsen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini nr. 41/2018: Uppskot til løgtingslóg um tónleikaútflutningsstovu og nr. 42/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Tillagan av tøkugjaldi)

 

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 3. oktober 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2018: Uppskot løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2019

2.       Framløga

Fundur lokin kl. 10.38

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari