Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

11.    fundur 

 

Ár 2018, mikudagin, 3. oktober, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Poul Michelsen, landsstýrismaður var ikki á fundi.


Formaðurin las skriv frá løgmanni, dagfest 3. oktober 2018, har gjørt verður Løgtinginum kunnugt, at løgmaður hevur loyst Henrik Old úr embæti sínum sum landsstýrismann samsvarandi løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um Stýrisskipan Føroya § 29, stk. 1.

Formaðurin las skriv frá Henrik Old, dagfest 3. oktober 2018, har hann boðar frá, at hann tekur sæti aftur á tingi.

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2018: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2019
Málið beint í Fíggjarnevndina


Fundur niðurlagdur kl. 12.00
Fundur uppafturtikin kl. 13.00
Fundur niðurlagdur kl. 19.08
Fundur uppafturtikin 4. oktober 2018 kl. 10.00

2.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmennninir Jenis av Rana, Bill Justinussen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen, Kári P. Højgaard, Magni Laksáfoss og Kaj Leo Holm Johannesen hava lagt fram løgtingsmál nr. 50/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum.
At Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 15/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018, nr. 35/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018-3 og nr. 36/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 5. oktober 2018, kl. 9.30, við hesi dags­skrá:

 

1.       Høgni Hoydal, landsstýrismaður leggur fram frágreiðing sambært § 51. stk.4 í Tingskipanini um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018-3

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins
Tingmálini nr. 35 og 36/2018 verða viðgjørd undir einum

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Viðbót eisini treytað av nettoinntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini)
Málið verður beint í Trivnaðarnevdina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald (Stuðul til persónar sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (leigubilar og leingjan av freist)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2018: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald
Málið verður beint í Vinnunevndina

8.       Framløga



Fundur lokin kl. 18.35

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari