Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

12.    fundur 

 

Ár 2018, fríggjadagin, 5. oktober, kl. 9.30, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Kristin Michelsen, Ingolf S. Olsen, Jákup Mikkelsen og Bjørn Kalsø og landsstýrismenninir Poul Michelsen, Sirið Stenberg og Rigmor Dam og ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi.


Til viðgerðar:

1.       Høgni Hoydal, landsstýrismaður leggur fram frágreiðing F-3/2018 sambært § 51. stk.4 í Tingskipanini um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 35/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018-3

Uppskotið samtykt 21-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins

Tingmálini nr. 35 og 36/2018 vóru viðgjørd undir einum


Uppskotið samtykt 20-0-1
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Viðbót eisini treytað av nettoinntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini)

Málið beint í Trivnaðarnevdina

Tikið av skrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald (Stuðul til persónar sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald)
1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (leigubilar og leingjan av freist)
1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2018: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 5. oktober 2018, kl. 13.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 35/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018-3

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald (Stuðul til persónar sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (leigubilar og leingjan av freist)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2018: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald
Málið verður beint í Vinnunevndina

6.       Framløga



Fundur lokin kl. 12.50

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari