Gerðabók
BI/sm
Ár 2018, fríggjadagin, 5. oktober, kl. 13.00, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Kristin Michelsen, Jákup Mikkelsen og Jacob Vestergaard og landsstýrismenninir Sirið Stenberg og Rigmor Dam og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 35/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018-3
Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0
Málið avgreitt
2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 36/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins
Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-1
Málið avgreitt
3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald (Stuðul til persónar sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald)
Málið beint í Fíggjarnevndina
4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (leigubilar og leingjan av freist)
Málið beint í Fíggjarnevndina
5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2018: Uppskot til løgtingslóg um veiðigjald
Málið beint í Vinnunevndina
6. Framløga
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Bárður Nielsen, Edmund Joensen, Kaj Leo Holm Johannesen, Magnus Rasmussen og Bjørn Kalsø, hava lagt fram tingmál nr. 51/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið og løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur.
Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 8. oktober 2018, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:
1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2018: Uppskot til samtyktar um barnaansingargjald
Málið verður beint í Mentanarnevndina
2. 1. viðgerð av tingmáli 23/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp (Vinnufeløg undantikin kringvarpsgjald)
Málið verður beint í Mentanarnevndina
3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul at byggja fótbóltshallir
Málið verður beint í Mentanarnevndina
4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2018: Uppskot til samtyktar um, at allir miðnámsskúlanæmingar fáa lestrarstuðul
Málið verður beint í Mentanarnevndina
5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Avtaka uppboðssølu av fiskirættindum)
Málið verður beint í Vinnunevndina
6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika uppboðssølu av rættindum á Flemish Cap)
Málið verður beint í Vinnunevndina
7. 1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)(Skattafríar gávur)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
8. 1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðarbygging
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
9. Framløga
Fundur lokin kl. 17.05
Páll á Reynatúgvu
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari