Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

14.    fundur 

 

Ár 2018, mánadagin, 8. oktober, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Landsstýrismenninir Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Farloyvi:
Skriv frá Bjørn Kalsø, dagfest 7. oktober 2018 har biðið verður um farloyvi frá 8. oktober og eina viku fram, og at næsti á lista Sambandsfloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti á lista Sambandsfloksins er Helgi Abrahamsen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Helgi Abrahamsen tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 21/2018: Uppskot til samtyktar um barnaansingargjald

Málið beint í Mentanarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli 23/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp (Vinnufeløg undantikin kringvarpsgjald)

Málið beint í Mentanarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 33/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul at byggja fótbóltshallir

Málið beint í Mentanarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 39/2018: Uppskot til samtyktar um, at allir miðnámsskúlanæmingar fáa lestrarstuðul

Málið beint í Mentanarnevndina

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Avtaka uppboðssølu av fiskirættindum)
1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika uppboðssølu av rættindum á Flemish Cap)
1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg  um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)(Skattafríar gávur)
1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðarbygging

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 9. oktober 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá: 

  1. Aðalorðaskifti sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um F-3/2018: Frágreiðing um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn
    Málið verður beint í Fíggjarnevndina
  3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2018: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Postverk Føroya
    Málið verður beint í Vinnunevndina
  4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2018: Uppskot til løgtingslóg um tónleikaútflutningsstovu
    Málið verður beint í Vinnunevndina
  5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Tillagan av tøkugjaldi)
    Málið verður beint í Vinnunevndina
  6. 1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Elprísir til hitapumpur og elbilar)
    Málið verður beint í Rættarnevndina

7.     Framløga

 



Fundur lokin kl. 18.20

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari