Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

15.    fundur 

 

Ár 2018, týsdagin, 9. oktober, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Landsstýrismenninir Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       Aðalorðaskifti sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um F-3/2018: Frágreiðing um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi


Fundur niðurlagdur kl. 12.14
Fundur uppafturtikin kl. 13.40

2.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 18/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018-2

 

Tikið av dagsskrá:

1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn
1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2018: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Postverk Føroya
1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2018: Uppskot til løgtingslóg um tónleikaútflutningsstovu
1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Tillagan av tøkugjaldi)
1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Elprísir til hitapumpur og elbilar)

Frávik:
Formaðurin las skriv dagfest 9. oktober frá Bill Justinussen, Bárði á Steig Nielsen, Jákupi Mikkelsen, Kaj Leo Holm Johannesen, Jenisi av Rana og Helga Abrahamsen, har biðið verður um sambært § 85 í tingskipanini, at víkja frá tíðarfreistunum á øllum viðgerðarstigum í løgtingsmálinum nr. 15/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018

Samtykt 26-0-2

Formaðurin las skriv dagfest 9. oktober frá Ruth Vang, Annitu á Fríðriksmørk, Bill Justinussen, Helenu Dam á Neystabø, Paula Trond Petersen og Sonju Jógvansdóttir, har biðið verður um sambært § 85 í tingskipanini, at víkja frá tíðarfreistunum á øllum viðgerðarstigum í løgtingsmálinum nr. 18/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018-2
Samtykt 18-0-10

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 9. oktober 2018, kl. 18.25, við hesi dags­skrá: 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018-2

3.       Framløga

Fundur lokin kl. 18.18

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari