Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

17.    fundur 

 

Ár 2018, týsdagin, 9. oktober, kl. 19.25, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Kristin Michelsen, Jógvan Skorheim og Jacob Vestergaard og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Kristina Háfoss, Poul Michelsen og Rigmor Dam og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 15/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt 25-0-1
Málið avgreitt

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2018-2

Uppskot frá Jørgen Niclasen, um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-16
Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð 22-0-5
Málið avgreitt.

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 9. oktober 2018, kl. 19.25, við hesi dags­skrá: 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 32/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 34/2018: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Postverk Føroya
Málið verður beint í Vinnunevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 41/2018: Uppskot til løgtingslóg um tónleikaútflutningsstovu
Málið verður beint í Vinnunevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 42/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Tillagan av tøkugjaldi)
Málið verður beint í Vinnunevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 37/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Elprísir til hitapumpur og elbilar)
Málið verður beint í Rættarnevndina

6.        Framløga



 

Fundur lokin kl. 20.15

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari