Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

19.    fundur 

 

Ár 2018, mikudagin, 24. oktober, kl. 11.00, varð tingfundur settur.


Rigmor Dam, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       Munnligir spurningar

2.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Hanna Jensen og Ruth Vang, hava lagt fram tingmál nr. 53/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Útseta kvotuskipan til 1. januar 2020)
at løgtingsmenninir
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Kristin Michelsen, Sonja Jógvansdóttir, Ruth Vang, Ingolf Sólheim Olsen, Edmund Joensen og Magnus Rasnussen hava lagt fram tingmál nr. 49/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

(Atgongd til elektroniskar stakupplýsingar um skrokknummar úr akfarsskránni)

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 25. oktober 2018, kl. 13.30, við hesi dags­skrá: 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Avtaka uppboðssølu av fiskirættindum)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika uppboðssølu av rættindum á Flemish Cap)
Tingmálini nr. 31 og 30/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Vinnunevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg  um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)(Skattafríar gávur)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðarbygging
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

5.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 16.18

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari