Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

20.    fundur 

 

Ár 2018, mikudagin, 24. oktober, kl. 13.30, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Kristin Michelsen og Jacob Vestergaard og Poul Michelsen, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Farloyvi:
Skriv frá Honnu Jensen, dagfest 24. oktober 2018 har biðið verður um farloyvi frá 25. oktober, vegna ST aðalfund, og at næsti á lista Framsóknar tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti á lista Framsóknar er Bjarni Kárason Petersen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Bjarni Kárason Petersen tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 31/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Avtaka uppboðssølu av fiskirættindum)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 30/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika uppboðssølu av rættindum á Flemish Cap)

Tingmálini nr. 31 og 30/2018 vóru viðgjørd undir einum og beind í Vinnunevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)(Skattafríar gávur)

Málið beint í Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðarbygging

Málið verður beint í Fíggjarnevndina


Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 2. november 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá: 

1.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.35

  

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari