Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
BI/sm

 

21. fundur

Ár 2018, fríggjadagin, 2. november, kl. 10.18, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Jónleif Johannesen, Pauli T. Petersen, Bjørt Samuelsen, Jenis av Rana og Bárður á Steig Nielsen og landsstýrismenninir Kristina Háfoss, Poul Michelsen og Rigmor Dam og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Farloyvi:
Skriv frá Magnusi Rasmussen, dagfest 1. november 2018 har biðið verður um farloyvi frá 2. til 18. november, og at næsti á lista Sambandsfloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti á lista Sambandsfloksins er Helgi Abrahamsen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Helgi Abrahamsen tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

1.       Framløga
Formaðurin boðaði frá,

at Aksel V. Johannesen, løgmaður hevur lagt fram tingmálini
nr. 64/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, eftirlønargjald o.a.)
nr. 66/2018:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Uppgávurnar hjá Føroya Vanlukkutryggingarráði verða lagdar til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at umsita)
nr. 71/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)

at Kristina Háfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur lagt fram tingmálini
nr. 54/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll-og Skattafyrisiting (leingja fyrningarfreistina í málum um transfer pricing)
nr. 65/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattligt hall, skjalprógv, transfer-pricing, frágreiðing landanna millum o.a.)
nr. 55/2018:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Tøknilig rætting viðvíkjandi innseting av skjali, umsitingarlig heimild at umsita stigvaksandi skatt og undantak fyri inntøku úr Grønlandi)
nr. 60/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)
nr. 61/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)
nr. 62/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. (Endurskoðan)
nr. 63/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)(Skattafrítt upp til 150.000 kr. at langtíðar útleiga bústaðir)
nr. 67/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) (Reglur um vinningsbýti, samskatting, realkreditlán, skattligt hall, meting av inntøku og sektir o.a.)
nr. 76/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini (Dagføring av sáttmálanum við atliti at BEPS og linking)

at Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur lagt fram tingmál
nr. 70/2018: Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin)

at Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini
nr. 56/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat stuðulsveiting og lønarískoyti)
nr. 57/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat dagpeningaveitingini)
nr. 58/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om offentlig forsorg (Forsorgarlógin) (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat forsorgarveiting)

at Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur lagt fram tingmál
nr. 59/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinslóg um fyrisiting av sjófeingi (Longd gildistíð á rættindum)

at Rigmor Dam, landsstýrismaður í mentamálum, hevur lagt fram tingmál
nr. 69/2018: Uppskot til løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námshjálparaútbúgving

at Sirið Stenberg, landsstýrismaður í heilsu- og innlendismálum, hevur lagt fram tingmál
nr. 77/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information

at løgtingsmenninir Jørgen Niclasen, Bárður á Steig Nielsen, Jenis av Rana og Jógvan Skorheim løgtingsmenn, vegna ávikavist Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýri hava lagt fram tingmál
nr. 72/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika kvotuskipan og seta inn fiskidagaskipan fyri botnfisk í føroyskum sjógvi)

at løgtingsmenninir Jacob Vestergaard, Bárður á Steig Nielsen, Jenis av Rana og Jógvan Skorheim vegna ávikavist Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýri hava lagt fram tingmál
nr. 73/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

at løgtingsmenninir Bárður á Steig Nielsen, Kaj Leo Holm Johannesen, Edmund Joensen og Helgi Abrahamsen, vegna Sambandsflokkin, hava lagt fram tingmálini
nr. 74/2018:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
nr.
75/2018: Uppskot til samtyktar um sundurskiljing av netinum hjá SEV soleiðis, at netparturin verður ein sjálvstøðug eind
nr. 78/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Broyting av heitinum endurvenjing til endurmenning og stovnan av samskipara til endurmenning)
nr. 79/2018: Uppskot til samtyktar um menningarætlan fyri endurmenning (rehabilitering) í Føroyum

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 6. november 2018, kl. 11.00, við hesi dags­skrá: 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Sjúka í frítíðini telur ikki sum frítíð)
Málið verður beint í Rættarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit (Løgfrøðiligt kynsskifti)
Málið verður beint í Rættarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om offentlig forsorg (Forsorgarlógin) (Javning av uppihaldsveiting)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Javning av uppihaldsveiting)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað inntøkumørk, stuðul til lægri mótrokning)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

6.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 10.28

  

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari