Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 Gerðabók Løgtingsins

SM/ód

 

22. fundur

 

Ár 2018, týsdagin 6. november, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Kaj Leo Holm Johannesen, dagfest 2. november 2018, har biðið verður um farloyvi, og at næsti á lista Sambandfloksins tekur sæti á tingi.
Næsti á listanum er Gerhard Lognberg, ið áður hevur havt sæti.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Gerhard Lognberg tekur sæti á tingi.


Frávik

Formaðurin las skriv frá Bill Justinussen, Jenisi av Rana, Katrini Kallsberg, Ingolfi Sólheim Olsen, Henriki Old og Bjørt Samuelsen, har heitt verður á tingformannin um at gera frávik í øllum tíðarfreistum, sambært § 85 í Tingskipanini, í viðgerðini av løgtingsmáli nr. 80/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2018.

 

Formaðurin las skriv frá Bill Justinussen, Jenisi av Rana, Ingolfi Sólheim Olsen, Henriki Old, Bjørt Samuelsen og Katrini Kallsberg, har heitt verður á tingformannin um at gera frávik í øllum tíðarfreistum, sambært § 85 í Tingskipanini, í viðgerðini av løgtingsmáli nr. 81/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn (Hækking av byggiútreiðslum og leingjan av áramáli).


Til viðgerðar:

1.     1. viðgerð av tingmáli nr. 8/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Sjúka í frítíðini telur ikki sum frítíð)

Málið varð beint í Rættarnevndina.

Fundurin niðurlagdur kl. 12.26
Fundurin uppafturtikin kl. 13.49

2.     1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkayvirlit (Løgfrøðiligt kynsskifti)

Málið varð beint í Rættarnevndina.

3.     1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om offentlig forsorg (Forsorgarlógin) (Javning av uppihaldsveiting)

4.     1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Javning av uppihaldsveiting)

Tingmálini nr. 44 og 45/2018 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Trivnaðarnevndina.

5.     1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað inntøkumørk, stuðul til lægri mótrokning)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina.

6.     Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Løgtingsgrannskoðararnir hava lagt fram tingmál nr. 68/2018: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum,
at Kristina Háfoss, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 80/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2018. Hesir tingmenn viðmæla, at uppskotið kann leggjast fram: Helena Dam á Neystabø, Jónleif Johannesen, Henrik Old, Heðin Mortensen, Bárður á Steig Nielsen, Ruth Vang, Katrin Kallsberg, Kristianna Winther Poulsen, Óluva Klettskarð, Jenis av Rana, Gerhard Lognberg, Bjarni Kárason Petersen, Bjørt Samuelsen, Ingolf Sólheim Olsen, Sonja Jógvansdóttir, Magni Laksáfoss, Helgi Abrahamsen og Bill Justinussen og
at Rigmor Dam, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 81/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn (Hækking av byggiútreiðslum og leingjan av áramáli) Hesir tingmenn viðmæla, at uppskotið kann leggjast fram: Helena Dam á Neystabø, Jónleif Johannesen, Henrik Old, Heðin Mortensen, Bárður á Steig Nielsen, Ruth Vang, Katrin Kallsberg, Kristianna Winther Poulsen, Óluva Klettskarð, Jenis av Rana, Gerhard Lognberg, Bjarni Kárason Petersen, Bjørt Samuelsen, Ingolf Sólheim Olsen, Sonja Jógvansdóttir, Magni Laksáfoss, Helgi Abrahamsen og Bill Justinussen

Tikið aftur:
Formaðurin boðaði frá, at tingmál nr. 53/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Útseta kvotuskipan til 1. januar 2020) er tikið aftur sambært skrivi frá uppskotssetaranum, dagfest 6. november 2018. Upp á fyrispurning frá formanninum, sambært Tingskipanini § 55, stk. 3, tók Jørgen Niclasen uppskotið uppaftur.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 7. november 2017, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

1.     1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)

2.     1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2018: Uppskot til løgtingslóg um verju av staðsettum uppmátingarmerkjum

3.     1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2018: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika

4.     1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)

5.     1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information

Tingmálini nr. 24, 26, 27, 71 og 77/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Uttanlandsnevndina og Rættarnevndina

6.     1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2018

7.     1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn (Hækking av byggiútreiðslum og leingjan av áramáli)
Tingmálini 80 og 81/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

8.     1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum.
Málið verður beint í Rættarnevndina

9.     1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið og løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur.
Málið verður beint í Rættarnevndina

10.  Framløga

 

 

 

 

Fundur lokin kl. 20.35

 

 

Páll á Reynatúgvu
løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari