Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók

SM/ód

23. fundur

Ár 2018, mikudagin 7. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Bjørn Kalsø, dagfest 6. november 2018, har biðið verður um farloyvi, og at næsti á lista Sambandfloksins tekur sæti á tingi.
Næsti á listanum er Alfred Olsen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Alfred Olsen tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 24/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 26/2018: Uppskot til løgtingslóg um verju av staðsettum uppmátingarmerkjum

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 27/2018: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 71/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 77/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information

Tingmálini nr. 24, 26, 27, 71 og 77/2018 vórðu viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Uttanlandsnevndina og Rættarnevndina.

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2018

7.      1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn (Hækking av byggiútreiðslum og leingjan av áramáli)

Tingmálini nr. 80 og 81/2018 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum

Málið varð beint í Fíggjarnevndina.

9.      1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið og løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur

Málið varð beint í Rættarnevndina.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 8. november 2018, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2018: Uppskot til løgtingslóg um Bústaðabanka
Málið verður beint í Fíggjarnevndina.

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2018: Uppskot til løgtingslo?g um broyting i? løgtingslo?g um tingly?singaravgjald (Lækking av avgjaldinum)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina.

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Atgongd til elektroniskar stakupplýsingar um skrokknummar úr akfarsskránni)
Málið verður beint í Rættarnevndina.

4.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-4/2018 til Høgna Hoydal, landsstýrismann frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, viðvíkjandi fiskivinnuni í Norðoyggjum.

5.      Svar upp á skrivligan fyrispuring nr. S-5/2018, til Sirið Stenberg, landsstýrismann frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjúnabandslógini.

6.      Framløga.

 

 

 

Fundur lokin kl. 18.45

 

 

Páll á Reynatúgvu
løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari