Gerðabók
Løgtingsins gerðabók
SM/ód
24. fundur
Ár 2018, hósdagin 8. november kl. 11.21, varð tingfundur settur.
Landsstýrismenninir Poul Michelsen og Eyðgunn Samuelsen vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 52/2018: Uppskot til løgtingslóg um Bústaðabanka
Málið varð beint í Fíggjarnevndina
2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 25/2018: Uppskot til løgtingslo?g um broyting i? løgtingslo?g um tingly?singaravgjald (Lækking av avgjaldinum)
Málið varð beint í Fíggjarnevndina
3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Atgongd til elektroniskar stakupplýsingar um skrokknummar úr akfarsskránni)
Málið varð beint í Rættarnevndina
4. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-4/2018 til Høgna Hoydal, landsstýrismann frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, viðvíkjandi fiskivinnuni í Norðoyggjum.
Málið avgreitt
Tikið av skrá
Svar upp á skrivligan fyrispuring nr. S-5/2018 til Sirið Stenberg, landsstýrismann frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjúnabandslógini
Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 9.november 2018, kl. 10.00, við hesi dagsskrá:
1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og løgtingslóg um áseting av skatti (Heimavirki)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Botnfrádráttur í kommunuskattinum)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta arbeiðsgevarar í sambandi við sjúkradagpening
Málið verður beint í Rættarnevndina
4. Svar upp á skrivligan fyrispuring nr. S-5/2018 til Sirið Stenberg, landsstýrismann frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi hjúnabandslógini
5. Framløga
Fundur lokin kl. 19.30
Páll á Reynatúgvu
løgtingsformaður
/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari