Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
SM/ód

 

25. fundur 

 

Ár 2018, fríggjadagin, 9. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Tingmenninir Magni Laksáfoss, Jenis av Rana og Jacob Vestergaard og Høgni Hoydal landsstýrismaður vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 28/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og løgtingslóg um áseting av skatti (Heimavirki)
 
Málið varð beint í Fíggjarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 29/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Botnfrádráttur í kommunuskattinum)

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta arbeiðsgevarar í sambandi við sjúkradagpening

Málið varð beint í Rættarnevndina

4.       Svar upp á skrivligan fyrispuring nr. S-5/2018 til Sirið Stenberg, landsstýrismanni frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmann viðvíkjandi hjúnabandslógini

Málið avgreitt

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 13. november 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Longd gildistíð á rættindum)
Málið verður beint í Vinnunevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika kvotuskipan og seta inn fiskidagaskipan fyri botnfisk í føroyskum sjógvi)
Málið verður beint í Vinnunevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Útseta kvotuskipan til 1. januar 2020)
Málið verður beint í Vinnunevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2018: Uppskot til samtyktar um sundurskiljing av netinum hjá SEV soleiðis, at netparturin verður ein sjálvstøðug eind
Málið verður beint í Vinnunevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Broyting av heitinum endurvenjing til endurmenning og stovnan av samskipara til endurmenning)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2018: Uppskot til samtyktar um menningarætlan fyri endurmenning (rehabilitering) í Føroyum
Tingmálini nr. 78 og 79/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Trivnaðarnevndina

7.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 17.57

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari