Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

SM/ód

 

26. fundur

Ár 2018, týsdagin 13. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Kristin Michelsen og Bjarni Hammer og Kristina Háfoss, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Jenisi av Rana, dagfest 8. november 2018, har biðið verður um farloyvi frá 13. november til og við 19. november, og at næsti á lista Miðfloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti á lista Miðfloksins er Karsten Hansen, ið áður hevur havt sæti á tingi.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Karsten Hansen tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 59/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Longd gildistíð á rættindum)

Málið varð beint í Vinnunevndina.

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 72/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika kvotuskipan og seta inn fiskidagaskipan fyri botnfisk í føroyskum sjógvi)

Málið varð beint í Vinnunevndina.

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 53/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Útseta kvotuskipan til 1. januar 2020)

Málið varð beint í Vinnunevndina.

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 75/2018: Uppskot til samtyktar um sundurskiljing av netinum hjá SEV soleiðis, at netparturin verður ein sjálvstøðug eind

Málið varð beint í Vinnunevndina.

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 78/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið (Broyting av heitinum endurvenjing til endurmenning og stovnan av samskipara til endurmenning)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2018: Uppskot til samtyktar um menningarætlan fyri endurmenning (rehabilitering) í Føroyum

Tingmálini nr. 78 og 79/2018 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Trivnaðarnevndina.
  

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 14. november 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       Ófráboðaðir fyrispurningar.

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, eftirlønargjald o.a.)
Málið verður beint í Rættarnevndina.

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Uppgávurnar hjá Føroya Vanlukkutryggingarráði verða lagdar til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at umsita)
Málið verður beint í Rættarnevndina.

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2018: Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi o.a. (Matstovulógin)
Málið verður beint í Vinnunevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 69/2018: Uppskot til løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námshjálparaútbúgving
Málið verður beint í Mentanarnevndina.

6.       Framløga



Fundur lokin kl. 21.28

 

Páll á Reynatúgvu
løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari