Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

27. fundur 

 

Ár 2018, mikudagin, 14. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Bjarni Hammer, løgtingsmaður og Kristina Háfoss, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

 

1.       Ófráboðaðir fyrispurningar

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Norðurlendski sáttmálin um almannatrygd, eftirlønargjald o.a.)

Málið varð beint í Rættarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Uppgávurnar hjá Føroya Vanlukkutryggingarráði verða lagdar til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at umsita)

Málið varð beint í Rættarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 70/2018: Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi o.a. (Matstovulógin)

Málið varð beint í Vinnunevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 69//2018: Uppskot til løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námshjálparaútbúgving

Málið varð beint í Mentanarnevndina

6.       Framløga
Formaðurin boðaði frá skrivligum fyrispurningi nr. S-4/2018 til Aksel V. Johannesen, løgmann, ið fyribils umsitur samferðslumál frá Gerhardi Lognberg, løgtingsmanni, viðvíkjandi Sandoyarleiðini.

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 15. november 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-6/2018 til Aksel V. Johannesen, løgmann, ið fyribils umsitur samferðslumál frá Gerhardi Lognberg, løgtingsmanni viðvíkjandi Sandoyarleiðini

2.       Rigmor Dam, landsstýrismaður í mentamálum leggur fram frágreiðing F-4/2018 sambært § 51. stk. 4 í Tingskipanini um fólkaskúlan

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 56/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat stuðulsveiting og lønarískoyti)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 57/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat dagpeningaveitingini)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 58/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om offentlig forsorg (Forsorgarlógin) (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat forsorgarveiting)
Tingmálini 56, 57 og 58/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Trivnaðarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 68/2018: Uppskot til samtyktar um góðkenning av landsroknskapinum fyri fíggjarárið 2017
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 73/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð
Málið verður beint í Vinnunevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 38/2018: Uppskot til løgtingslóg um ráðgeving í sambandi við ætlanir um møguliga fosturtøku
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

9.       1. viðgerð av tingmáli nr. 74/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
Málið verður beint í Mentanarnevndina

10.    Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 16.30

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari