Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

29.  fundur 

 

Ár 2018, týsdagin, 20. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Kaj Leo Holm Johannesen og Kristianna Winther Poulsen og Rigmor Dam, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Formaðurin las skriv, um at løgmaður ger kunnugt, at hann frá 20. november 2018 hevur tilnevnt Heðin Mortensen, sum landsstýrismann í samferðslumálum.
Formaðurin las skriv, har boðað verður frá, at tingbólkur Javnaðarfloksins hevur valt Helenu Dam á Neystabø í formansskapin fyri Heðin Mortensen.
Somuleiðis las formaðurin skriv, har boðað verður frá, at valbólkurin hevur valt Henrik Old, sum lim í Uttanlandsnevndina,
Djóna Nolsøe Joensen sum varalim í Uttanlandsnevndina og
Bjarna Hammer sum varalim í Mentannarnevndin.


Farloyvi:
Skriv frá Heðin Mortensen, dagfest 20. november 2018 har biðið verður um farloyvi sambært § 32, stk. 1 í Stýrisskipanarlógini.
Næsti á lista Javnaðarfloksins er Djóni Nolsøe Joensen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Djóni Nolsøe Joensen tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-7/2018 til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum, frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, viðvíkjandi byrgingini um Haraldssund

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 55/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Tøknilig rætting viðvíkjandi innseting av skjali, umsitingarlig heimild at umsita stigvaksandi skatt og undantak fyri inntøku úr Grønlandi)

Málið verður beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 60/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 61/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

Tingmálini nr. 60 og 61/2018 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. (Endurskoðan)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 67/ 2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) (Reglur um vinningsbýti, samskatting, realkreditlán, skattligt hall, meting av inntøku og sektir o.a.)

Tingmálini nr. 62 og 67/2018 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)(Skattafrítt upp til 150.000 kr. at langtíðar útleiga til bústað)

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 54/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting (Leingja fyrningarfreistina í málum um transfer pricing)

9.       1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattligt hall, skjalprógv, transfer-pricing, land fyri land frágreiðing o.a.)

10.    1. viðgerð av tingmáli nr. 76/2018: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996 (Dagføring av sáttmálanum við atliti at BEPS og linking)

Tingmálini nr. 54, 65 og 76/2018 vórðu viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

11.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, skrivligum fyrispurningi nr. S-8/2018 til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum bygningum - leiga og ogn

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 21. november 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-8/2018 til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum bygningum - leiga og ogn

2.       Aðalorðaskifti F-4/2018 um frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um fólkaskúlan.

3.       Framløga



 

Fundur lokin kl. 14.45

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari