Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

30.  fundur 

 

Ár 2018, mikudagin, 21. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Høgni Hoydal og Kristina Háfoss og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Farloyvi:
Skriv frá Jógvani Skorheim, dagfest 21. november 2018 har biðið verður um farloyvi frá 22. november 2018, og at næsti á lista Sjálvstýris tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti á lista Sjálvstýris er Bárður Kass Nielsen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Bárður Kass Nielsen tekur sæti á tingi.


Til viðgerðar:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-8/2018 til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum bygningum - leiga og ogn

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.       Aðalorðaskifti F-4/2018 um frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um fólkaskúlan.

3.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
16/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Úttgjaldið úr Samhaldsfasta skattfrítt), nr. 19/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)(Skattafríar gávur), nr. 25/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald (Lækking av avgjaldinum), nr. 29/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Botnfrádráttur í kommunuskattinum)  og nr. 48/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald (Stuðul til persónar sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald)


Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 4. desember 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald (Stuðul til persónar sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald)

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Úttgjaldið úr Samhaldsfasta skattfrítt)

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)(Skattafríar gávur)

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald (Lækking av avgjaldinum)

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Botnfrádráttur í kommunuskattinum)

6.       Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-1/2018 til Ríkisumboðsmannin í Føroyum, frá Edmundi Joensen, viðvíkjandi søguligum tilfari um hernaðarliga virksemið á Eiði og á Eiðiskolli undir seinna veraldarbardaga

7.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 17.35

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari