Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

31. fundur 

 

Ár 2018, hósdagin, 29. november, kl. 13.45, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Helgi Abrahamsen, Jørgen Niclasen, Bárður K. Nielsen, Óluva Klettskarð og Helena Dam á Neystabø og landsstýrismenninir Høgni Hoydal og Eyðgunn Samuelsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.     Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Aksel V. Johannesen, løgmaður hevur lagt fram tingmál nr. 85/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringer af lov om dansk indfødsret (Dupultan ríkisborgararætt o.a.) og at kunngera § 30 í lov nr. 542 frá 24. juni 2005 og § 6 í lov nr. 647 frá 12. juni 2013
at Kristina Háfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur lagt fram tingmál nr. 86/2018: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2018
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 54/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll-og Skattafyrisiting (leingja fyrningarfreistina í málum um transfer pricing), nr.
60/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum) og nr. 61/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)
at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 1/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð (Tunlar norður um Fjall), nr. 2/2018: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2016, nr. 3/2018: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðsing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2017, nr. 5/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um gildistíð fyri koyrikort til tey eldru), nr. 49/2018:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, nr. 51/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Løgtingið og løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur og nr. 77/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information.
at Uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
71/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 6/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna heilsutrygd (Ókeypis læknaváttan), nr. 56/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat stuðulsveiting og lønarískoyti), nr. 57/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat dagpeningaveitingini) og nr. 58/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om offentlig forsorg (Forsorgarlógin) (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat forsorgarveiting)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 4. desember 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald (Stuðul til persónar sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald)

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Úttgjaldið úr Samhaldsfasta skattfrítt)

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)(Skattafríar gávur)

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald (Lækking av avgjaldinum)

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Botnfrádráttur í kommunuskattinum)

6.       Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-1/2018 til Ríkisumboðsmannin í Føroyum, frá Edmundi Joensen, viðvíkjandi søguligum tilfari um hernaðarliga virksemið á Eiði og á Eiðiskolli undir seinna veraldarbardaga

7.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 13.52

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari