Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

32.  fundur 

 

Ár 2018, týsdagin, 4. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Bárður á Steig Nielsen og Bárður Kass Nielsen vóru ikki á fundi

Farloyvi:
Skriv frá Jørgen Niclasen, dagfest 4. desember 2018 har biðið verður um farloyvi frá 4. desember og 7 dagar fram, og at næsti á lista Fólkafloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti á lista Fólkafloksins er Janus Rein.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Janus Rein tekur sæti á tingi.

Formaðurin las skriv frá Paula T. Petersen, um at fáa løgtingsmál nr. 37/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Elprísir til hitapumpur og elbilar) úr aftur nevnd sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini

Til viðgerðar:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald (Stuðul til persónar sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald)

Uppskotið samtykt 14-0-13
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Úttgjaldið úr Samhaldsfasta skattfrítt)

Uppskot frá Joen Magnus Rasmussen, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 15-0-13

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)(Skattafríar gávur)

Uppskotið fall 10-0-12
Málð avgreitt

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald (Lækking av avgjaldinum)

Uppskotið fall 11-0-11
Málið avgreitt

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Botnfrádráttur í kommunuskattinum)

Uppskotið fall 9-0-13
Málið avgreitt

6.       Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-1/2018 til Ríkisumboðsmannin í Føroyum, frá Edmundi Joensen, viðvíkjandi søguligum tilfari um hernaðarliga virksemið á Eiði og á Eiðiskolli undir seinna veraldarbardaga

Málið avgreitt

7.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at løgtingsmenninir Jenis av Rana og Bill Justinussen, hava lagt fram tingmál nr. 84/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan tunnil til Dals við tilhoyrandi vegum,
at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 39/2018: Uppskot til samtyktar um, at allir miðnámsskúlanæmingar fáa lestrarstuðul
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
55/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Tøknilig rætting viðvíkjandi innseting av skjali, umsitingarlig heimild at umsita stigvaksandi skatt og undantak fyri inntøku úr Grønlandi)

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 5. desember 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini í løgtingsmáli nr. 37/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Elprísir til hitapumpur og elbilar)

2.       Munnligir fyrispurningar

3.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl.  14.15

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari