Gerðabók
BI/sm
33. fundur
Ár 2018, mikudagin, 5. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.
Bárður Nielsen, løgtingsmaður og ríkisumboðsmaður vóru ikki á fundi
Til viðgerðar:
1. Atkvøðugreiðsla sambært § 32, stk. 3 í tingskipanini, um at tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið tinginum í løgtingsmáli nr. 37/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Elprísir til hitapumpur og elbilar)
Uppskotið fall 9-0-10
2. Munnligir spurningar
3. Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 80/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2018 og 81/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn (Hækking av byggiútreiðslum og leingjan av áramáli)
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 5. desember 2018, kl. 13.00, við hesi dagsskrá:
1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2018
2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn (Hækking av byggiútreiðslum og leingjan av áramáli)
3. Framløga
Fundur lokin kl. 12.46
Páll á Reynatúgvu
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari