Gerðabók
BI/sm
34. fundur
Ár 2018, mikudagin, 5. desember, kl. 13.00, varð tingfundur settur.
Henrik Old, løgtingsmaður og Kristina Háfoss, landsstýrismaður og vóru ikki á fundi
Til viðgerðar:
1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2018
Uppskot frá Jenisi av Rana, um at beina málið aftur í nevnd fall 9-2-18
Broytingaruppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini samtykt 22-0-7
Uppskotið soleiðis broytt 22-0-7
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn (Hækking av byggiútreiðslum og leingjan av áramáli)
Uppskot frá Jenisi av Rana, um at beina málið aftur í nevnd fall 8-2-19
Broytingaruppskot frá meirilutanum í Fíggjarnevndini samtykt 23-0-7
Uppskotið soleiðis broytt 23-0-7
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
3. Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 21/2018: Uppskot til samtyktar um barnaansingargjald og 74/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 5. desember 2018, kl. 13.00, við hesi dagsskrá:
1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 80/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2018
2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 81/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn (Hækking av byggiútreiðslum og leingjan av áramáli)
3. Framløga
Fundur lokin kl. 14.53
Páll á Reynatúgvu
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari