Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabókin

« Aftur

 

BI/sm

 

35.  fundur 

 

Ár 2018, mikudagin, 5. desember, kl. 15.00, varð tingfundur settur.


Kristina Háfoss, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi


Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 80/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2018

Uppskot frá Bárði Nielsen, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 25-1-1

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 81/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepil í Tórshavn (Hækking av byggiútreiðslum og leingjan av áramáli)

Uppskot frá Bárði Nielsen, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 25-2-0

3.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. nr. 30/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika uppboðssølu av rættindum á Flemish Cap), nr. 31/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Avtaka uppboðssølu av fiskirættindum), nr. 42/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Tillagan av tøkugjaldi) og nr. 59/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinslóg um fyrisiting av sjófeingi (Longd gildistíð á rættindum)

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 6. desember 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 48/2018: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald (Stuðul til persónar sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald)

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 60/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a. (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (CO2-útlátið mátað við WLTP-kanningarháttinum)
Tingmálini nr. 60 og 61 verða viðgjørd undir einum

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 56/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsfremjandi tiltøk (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat stuðulsveiting og lønarískoyti)

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 57/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat dagpeningaveitingini)

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om offentlig forsorg (Forsorgarlógin) (Eftirlønargjald sambært Eftirlønarlógini leggjast aftrat forsorgarveiting)
Tingmálini nr. 56, 57 og 58/2018 verða viðgjørd undir einum

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 71/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki)

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 77/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om stedbestemt information
Tingmálini nr. 71 og 77/2018 verða viðgjørd undir einum

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 2/2018: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2016

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 3/2018: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðsing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2017
Tingmálini nr. 2 og 3/2018 verða viðgjørd undir einum

11.    Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 16.30

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari