Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók
SM/ód

 

39. fundur 

 

Ár 2018, týsdagin, 11. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Kristin Michelsen og Bjarni Hammer og landsstýrismenninir Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

 

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 5/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Broyta áseting um gildistíð fyri koyrikort til tey eldru)

Broytingaruppskot frá Magnusi Rasmussen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur samtykt 30-0-0
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

Fundurin niðurlagdur kl. 12.03
Fundurin uppafturtikin kl. 13.35

2.     3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

3.     1. viðgerð av tingmáli nr. 85/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af ændringer af lov om dansk indfødsret (Dupultan ríkisborgararætt o.a.) og at kunngera § 30 í lov nr. 542 frá 24. juni 2005 og § 6 í lov nr. 647 frá 12. juni 2013

Málið varð beint í Rættarnevndina

4.     1. viðgerð av tingmáli nr. 86/2018: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2018

Málið var beint beinleiðis til 2. viðgerð

5.     1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan tunnil til Dals við tilhoyrandi vegum

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

6.     Framløga
Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 11/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækking av grundupphædd til fólkapensjón) og nr. 43/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Viðbót eisini treytað av nettoinntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 12. desember 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 55/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Tøknilig rætting viðvíkjandi innseting av skjali, umsitingarlig heimild at umsita stigvaksandi skatt og undantak fyri inntøku úr Grønlandi)

2.     3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. (Endurskoðan)

3.     3. viðgerð av tingmáli nr. 59/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Longd gildistíð á rættindum)

4.     3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Tillagan av tøkugjaldi)

5.     3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

6.     Skrivligur fyrispurningur nr. S-2/2018 til Ríkisumboðsmannin í Føroyum frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi donskum CPR-nummari til allar føroyingar

7.     Skrivligur fyrispurningur nr. S-3/2018 til Ríkisumboðsmannin í Føroyum frá Bárði Nielsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi statsborgaraskapi

8.     Skrivligur fyrispurningur nr. S-6/2018 til Heðin Mortensen, landsstýrismann, frá Gerhardi Lognberg viðvíkjandi Sandoyarleiðini

9.     Framløga

 

Fundur lokin kl. 18.10

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari