Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

40. fundur 

 

Ár 2018, mikudagin, 12. desember, kl. 11.00, varð tingfundur settur.


Til viðgerðar:

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 55/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) (Tøknilig rætting viðvíkjandi innseting av skjali, umsitingarlig heimild at umsita stigvaksandi skatt og undantak fyri inntøku úr Grønlandi)

Uppskot frá Jørgeni Niclasen, um at beina málið aftur í nevnd fall 15-0-18
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 33-0-0
Málið avgreitt


2.     3. viðgerð av tingmáli nr. 62/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. (Endurskoðan)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 33-0-0
Málið avgreitt


3.     3. viðgerð av tingmáli nr. 59/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Longd gildistíð á rættindum)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 33-0-0
Málið avgreitt


4.     3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Tillagan av tøkugjaldi)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-15
Málið avgreitt


5.     3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

Broytingaruppskot frá Bill Justinussen, Jenisi av Rana, Magnusi Rasmussen, Jógvani á Lakjuni og Kára P. Højgaard fall 15-0-15
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð fall 15-0-16
Málið avgreitt
 

6.     Skrivligur fyrispurningur nr. S-2/2018 til Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni viðvíkjandi donskum CPR-nummari til allar føroyingar

Málið avgreitt

7.     Skrivligur fyrispurningur nr. S-3/2018 til Ríkisumboðsmaðurin í Føroyum frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni viðvíkjandi statsborgaraskapi

Málið avgreitt

8.     Skrivligur fyrispurningur nr S-6/2018 til Heðin Mortensen, landsstýrismann frá Gerhardi Lognberg viðvíkjandi Sandoyarleiðini

Málið avgreitt

9.     Framløga
Formaðurin boðaði frá at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
37/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Elprísir til hitapumpur og elbilar) og nr. 22/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta arbeiðsgevarar í sambandi við sjúkradagpening
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 70/2018:
Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin)
og nr. 41/2018: Uppskot til løgtingslóg um tónleikaútflutningsstovu


Tikið aftur:
Jacob Vestergaard boðar frá, at hann tekur aftur tingmálini
nr.
24/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum kort- og landmátingarmyndugleiki), nr. 26/2018: Uppskot til løgtingslóg um verju av staðsettum uppmátingarmerkjum og nr. 27/2018: Uppskot til løgtingslóg um føroyskan kortmyndugleika.
Uppá fyrispurning frá formanninum sambært § 55, stk 3 tekur ongin annar málið upp.

Fundur niðurlagdur kl. 14.28
Fundur uppafturtikin kl. 16.00


Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 13. desember 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.     2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Viðbót eisini treytað av nettoinntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini)

2.     2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækking av grundupphædd til fólkapensjón)

3.     Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-7/2018 til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, viðvíkjandi byrgingini um Haraldssund

4.     Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-8/2018 til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum bygningum - leiga og ogn

5.     Framløga


 

Fundur lokin kl. 16.07

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari