Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

41. fundur 

 

Ár 2018, hósdagin, 13. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi

Til viðgerðar:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 43/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. (Viðbót eisini treytað av nettoinntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini)

Uppskotið samtykt 17-0-15
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Fundur niðurlagdur kl. 13.14
Fundur uppafturtikin kl. 13.40

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækking av grundupphædd til fólkapensjón)

Uppskotið fall 12-0-18
Málið avgreitt

3.       Framløga
Formaðurin boðaði frá at Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini nr.  82/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Leingjan av fiskidagaskipan fyri 2019) og nr. 83/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald)
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 63/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)(Skattafrítt upp til 150.000 kr. at langtíðar útleiga bústaðir)

Tikið av skrá:

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-7/2018 til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, viðvíkjandi byrgingini um Haraldssund

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-8/2018 til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi almennum bygningum - leiga og ogn


Frávik:
Formaðurin las skriv frá Helenu Dam á Neystabø, Kristionnu Winther Poulsen, Katrini Kallsberg, Annitu á Fríðriksmørk, Honnu Jensen og Magna Laksáfoss, um at víkja frá § 85 í tingskipanini á øllum tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum í løgtingsmáli nr. 82/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Leingjan av fiskidagaskipan fyri 2019)


Fall 19-0-14
Frávik:
Formaðurin las skriv frá Helenu Dam á Neystabø, Kristionnu Winther Poulsen, Katrini Kallsberg, Annitu á Fríðriksmørk, Honnu Jensen og Magna Laksáfoss, um at víkja frá § 85 í tingskipanini á øllum tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum í løgtingsmáli nr.  83/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald)

Samtykt 23-0-10

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 13. desember 2018, kl. 15.44, við hesi dags­skrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald)

2.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 15.19

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari