Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

42. fundur 

 

Ár 2018, hósdagin, 13. desember, kl. 15.30, varð tingfundur settur.


Landsstýrismenninir Kristina Háfoss og Rigmor Dam og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald)

Málið beint í Vinnunevndina

2.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Poul Michelsen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 87/2018: Uppskot til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan
Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 46/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (leigubilar og leingjan av freist) og nr. 76/2018: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996 (Dagføring av sáttmálanum við atliti at BEPS og linking)



Fundur niðurlagdur kl. 18.10
Fundur uppafturikin kl. 19.21

 

Formaðurin setti næsta fund at verða fríggjadagin, 14. desember 2018, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2018: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2018

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Elprísir til hitapumpur og elbilar)

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2018: Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin)

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2018: Uppskot til løgtingslóg um tónleikaútflutningsstovu

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta arbeiðsgevarar í sambandi við sjúkradagpening

6.       Framløga


 

 

Fundur lokin kl. 19.25

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari