Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

43. fundur 

 

Ár 2018, fríggjadagin, 14. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.


Rigmor Dam, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2018: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2018

Uppskotið samtykt 31-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 37/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Elprísir til hitapumpur og elbilar)

Uppskotið samtykt 19-0-14
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2018: Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin)

Uppskotið samtykt 23-1-8
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 41/2018: Uppskot til løgtingslóg um tónleikaútflutningsstovu

Broytingaruppskot frá
Jørgeni Niclasen, Jákupi Mikkelsen og Bjørn Kalsø fall 12-0-18
Broytingaruppskot frá Bjørt Samuelsen, Bjarna Hammer og Ingolfi Sólheim Olsen samtykt 18-0-12
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-5
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta arbeiðsgevarar í sambandi við sjúkradagpening

Uppskotið fall 12-2-17
Málið avgreitt

6.       Framløga

Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 47/2018: Uppskot løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2019
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 83/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald) og nr. 34/2018: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Postverk Føroya
at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 8/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Sjúka í frítíðini telur ikki sum frítíð)
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 14/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað inntøkumørk, stuðul til lægri mótrokning)

 

Frávik:
Formaðurin las skriv frá Honnu Jensen, Kristini Michelsen, Kristionnu Winther Poulsen, Jenisi av Rana, Ingolfi Sólheim Olsen og Kára P. Højgaard, um at víkja frá § 85 í Tingskipanini
á øllum tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum í løgtingsmáli nr. 87/2018: Uppskot til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan

Fall 19-1-13

Fundur niðurlagdur kl. 15.23
Fundur uppafturtikin kl. 16.25

Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 17. desember 2018, kl. 9.30, við hesi dags­skrá:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 86/2018: Uppskot til eykafíggjarlóg fyri 2018

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 37/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Elprísir til hitapumpur og elbilar)

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 70/2018: Uppskot til løgtingslóg um matstovuvirksemi og gistingarhúsvirksemi (Matstovulógin)

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 41/2018: Uppskot til løgtingslóg um tónleikaútflutningsstovu

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)(Skattafrítt upp til 150.000 kr. at langtíðar útleiga bústaðir)

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 46/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (leigubilar og leingjan av freist)

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald)

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frítíð við løn (Sjúka í frítíðini telur ikki sum frítíð)

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað inntøkumørk, stuðul til lægri mótrokning)

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 34/2018: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Postverk Føroya

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2018: Uppskot løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2019

12.    1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Leingjan av fiskidagaskipan fyri 2019)
Málið verður beint í Vinnunevndina

13.    1. viðgerð av tingmáli nr. 87/2018: Uppskot til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan
Málið verður beint í Uttanlandsnevndina

14.    Framløga

 

Fundur lokin kl. 16.30

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari