Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

46. fundur 

 

Ár 2018, mikudagin, 19. desember, kl. 10.30, varð tingfundur settur.

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi

Til viðgerðar:

 

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 63/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)(Skattafrítt upp til 150.000 kr. at langtíðar útleiga til bústað)

Broytingaruppskot frá Ruth Vang, Paula T. Petersen, Kristini Michelsen og Helenu Dam á Neystabø samtykt 17-0-15
Uppskotið, sum samtykt við 2. Viðgerð og soleiðis broytt, samtykt 31-0-1
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 46/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (leigubilar og leingjan av freist)

Uppskot frá Kristini Michelsen, um at beina málið aftur í nevnd samtykt 32-1-0

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 14/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Hækkað inntøkumørk, stuðul til lægri mótrokning)

Uppskot frá Jørgeni Niclasen, um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-21
Broytingaruppskot frá Katrini Kallsberg, Djóna Nolsøe Joensen, Óluvu Klettskarð, Sonju Jógvansdóttir og Jenisi av Rana samtykt 22-0-11
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt, samtykt 23-0-10
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 34/2018: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Postverk Føroya

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-2-2
Málið avgreitt

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll-og Skattafyrisiting (leingja fyrningarfreistina í málum um transfer pricing)

Uppskotið samtykt 32-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 76/2018: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996 (Dagføring av sáttmálanum við atliti at BEPS og linking)

Uppskotið samtykt 18-0-15
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

7.       2. viðgerð av tingmáli nr.65/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattligt hall, skjalprógv, transfer-pricing, frágreiðing landanna millum o.a.)

Broytingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd samtykt 33-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 33-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Tingmálini nr. 54, 76 og 65/2018 vóru viðgjørd undir einum

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 67/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) (Reglur um vinningsbýti, samskatting, realkreditlán, skattligt hall, meting av inntøku og sektir o.a.)

Broytingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd samtykt 32-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 32-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 73/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð.

Broytingaruppskot frá samdari Vinnunevnd samtykt 31-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-1
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 82/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Leingjan av fiskidagaskipan fyri 2019)

Uppskotið samtykt 33-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 53/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Útseta kvotuskipan til 1. januar 2020)

Broytingaruppskot frá samdari Vinnunevnd samtykt 33-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 33-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

12.    2. viðgerð av tingmáli nr. 72/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Strika kvotuskipan og seta inn fiskidagaskipan fyri botnfisk í føroyskum sjógvi)

Broytingaruppskot  frá meirilutanum í Vinnunevndini fall 13-0-20
Uppskotið fall 15-0-18
Málið avgreitt

13.    Framløga
Formaðurin boðaði frá at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit ll í tingmáli nr. 46/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (leigubilar og leingjan av freist)

Tikið av skrá:
3. viðgerð av tingmáli nr. 47/2018: Uppskot løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2019


Tikið aftur:

Formaðurin boðaði frá, at broytingaruppskotini til 3. viðgerð eru tikin aftur, uppá fyrispurning frá formanninum, sambært § 55, stk. 3 í tingskipanini tók ongin málini uppaftur.
Formaðurin boðaði eisini frá at Kristina Háfoss, landsstýrismaður, tekur aftur løgtingsmál nr. 80/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2018.
Uppá fyrispurning frá formanninum, sambært § 55, stk. 3 í tingskipanini tók ongin málini uppaftur.

Frávik:
Formaðurin las skriv frá tingmonnum Jógvani á Lakjuni, Magna Laksáfoss, Jónleifi Johannesen, Jenisi av Rana, Annitu á Fríðriksmør og Jørgeni Niclasen, um at víkja frá tíðafreisitini sambært § 85 í tingskipanini á øllum viðgerðarstigum í løgtingsmáli nr. 87/2018: Uppskot til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan

Samtykt 27-0-6

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 19. desember 2018, kl. 16.30, við hesi dags­skrá:

 

1.       Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 46/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (leigubilar og leingjan av freist)

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 54/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll-og Skattafyrisiting (leingja fyrningarfreistina í málum um transfer pricing)

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 76/2018: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996 (Dagføring av sáttmálanum við atliti at BEPS og linking)

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 65/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattligt hall, skjalprógv, transfer-pricing, frágreiðing landanna millum o.a.)

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 67/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) (Reglur um vinningsbýti, samskatting, realkreditlán, skattligt hall, meting av inntøku og sektir o.a.)

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 73/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð.

7.       3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Leingjan av fiskidagaskipan fyri 2019)

8.       3. viðgerð av tingmáli nr. 53/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Útseta kvotuskipan til 1. januar 2020)

9.       3. viðgerð av tingmáli nr. 47/2018: Uppskot løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2019

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2018: Uppskot til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan

11.    Framløga

 

Fundur lokin kl. 15.31

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari