Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

47. fundur 

 

Ár 2018, mikudagin, 19. desember, kl. 16.30, varð tingfundur settur.

Ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi

Farloyvi:
Skriv frá Joen Magnus Rasmussen, dagfest 19. desember 2018 har biðið verður um farloyvi frá 28. januar 2019 og 12 dagar fram, og at næsti maður á lista fólkafloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti maður á lista Fólkafloksins er Janus Rein.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Janus Rein. tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

1.       Framhaldandi 3. viðgerð av tingmáli nr. 46/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (leigubilar og leingjan av freist)

Broytingingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd 32-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-3
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 54/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Toll-og Skattafyrisiting (leingja fyrningarfreistina í málum um transfer pricing)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 76/2018: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í tvískattasáttmála millum tey norðurlendsku londini frá 23. september 1996 (Dagføring av sáttmálanum við atliti at BEPS og linking)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-0-13
Málið avgreitt


4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 65/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skattligt hall, skjalprógv, transfer-pricing, frágreiðing landanna millum o.a.)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 67/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatting av kapitalvinningi (Kapitalvinningsskattalógin) (Reglur um vinningsbýti, samskatting, realkreditlán, skattligt hall, meting av inntøku og sektir o.a.)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0
Málið avgreitt

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 73/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð.

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-1
Málið avgreitt

7.       3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi (Leingjan av fiskidagaskipan fyri 2019)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

8.       3. viðgerð av tingmáli nr. 53/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Útseta kvotuskipan til 1. januar 2020)

Sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt


Fundur niðurlagdur kl. 17.26
Fundur uppafturtikin kl. 18.27

9.       3. viðgerð av tingmáli nr. 47/2018: Uppskot løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2019

Broytingaruppskot nr. 1 fall 15-0-18
Broytingaruppskot nr. 2 fall 15-0-18
Broytingaruppskot nr. 3 fall 15-0-18
Broytingaruppskot nr. 4 samtykt 24-0-9
Broytingaruppskot nr. 5 fall 15-0-18
Broytingaruppskot nr. 6 fall 12-0-21
Broytingaruppskot nr. 7 fall 5-0-28
Broytingaruppskot nr. 8 fall 15-0-18
Broytingaruppskot nr. 9 fall 7-0-26
Broytingaruppskot nr. 10 fall 10-0-23
Broytingaruppskot nr. 11 fall 5-0-28
Broytingaruppskot nr. 12 fall 15-0-18
Broytingaruppskot nr. 13 fall 15-0-18
Broytingaruppskot nr. 14 fall 13-0-20
Broytingaruppskot nr. 15 fall 11-0-22
Broytingaruppskot nr. 16 fall 15-0-18
Broytingaruppskot nr. 17 fall 15-0-18
Broytingaruppskot nr. 18 fall 10-0-23
Broytingaruppskot nr. 19 fall 15-0-18
Broytingaruppskot nr. 20 fall 8-0-25
Broytingaruppskot nr. 21 fall 15-0-18
Broytingaruppskot nr. 22 fall 15-0-18
Sum samtykt við 2. og soleiðis broytt samtykt 33-0-0
Málið avgreitt

Fundur niðurlagdur kl. 22.45
Fundur uppafturtikin kl. 23.02

10.    Viðgerð løgtingsmáli nr. 91/2018: Misálit á Rigmor Dam, landsstýrismann
Misálitið fall 15-3-15

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 87/2018: Uppskot til samtyktar um at siga upp Hoyvíkssáttmálan

Uppskotið samtykt 18-0-4
Málið avgreitt

12.    Framløga
Formaðurin boðaði frá, at tingmenninir Jørgen Niclasen, Bárður Nielsen, Bill Justinussen og Jógvan Skorheim hava lagt fram tingmál nr. 91/2018: Misálit á Rigmor Dam, landsstýrismann
Formaðurin boðaði frá skrivligum fyrispurningi nr. S-9/2018 til Sirið Stenberg, landsstýrismann í heilsu- og innlendismálum, frá  Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilboði frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv og at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum





Formaður ynskti øllum eini gleðilig jól

 

Fundur lokin hósdagin, 20. desember kl. 4.50

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari