Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

48. fundur 

 

Ár 2019, fríggjadagin, 1. februar, kl. 14.30, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Óluva Klettskarð, Djóni Nolsøe Joensen, Jónleif Johannesen, Jørgen Niclasen, Janus Rein og Magnus Rasmussen, og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Kristina Háfoss og Sirið Stenberg og Ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-9/2019 til Sirið Stenberg, landsstýrismann í heilsu- og innlendismálum, frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilboði frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv og at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur lagt fram tingmál nr. 90/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin) (Bráfeingis frástøðuboð sett inn og orðið tilhald broytt til frástøðuboð)
at Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmál nr. 92/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 4/2018: Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk
(Varskógvaralógin), nr. 16/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Úttgjaldið úr Samhaldsfasta skattfrítt) og nr. 68/2018: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 6. februar 2019, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2018: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2018: Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk (Varskógvaralógin)

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Úttgjaldið úr Samhaldsfasta skattfrítt)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Leingja freist til 31. desember í 2020)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Betra brotpensjón, frítøka, gjøld og panting)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin) (Bráfeingis frástøðuboð sett inn og orðið tilhald broytt til frástøðuboð)
Málið verður beint í Rættarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp
Málið verður beint í Mentannarnevndina

8.       Framløga

 

Fundur lokin 14.42

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari