Gerðabók
BI/sm
49. fundur
Ár 2019, mikudagin, 6. februar, kl. 11.00, varð tingfundur settur.
Jógvan Skorheim, løgtingsmaður og Eyðgunn Samuelsen, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi
Farloyvi:
Skriv frá Bjørn Kalsø, dagfest 5. februar 2019 har biðið verður um farloyvi frá 6. februar 2019, og at næsti maður á lista Sambandsfloksins tekur sæti.
Næsti maður á lista Sambandsfloksins er Helgi Abrahamsen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Helgi Abrahamsen tekur sæti á tingi.
Til viðgerðar:
1. 2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2018: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum
Uppskot frá Jenis av Rana, um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-15
Uppskotið samtykt 22-0-3
Málið avgreitt
2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2018: Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk (Varskógvaralógin)
Broytingaruppskot frá minnilutanum í Fíggjarnevndini samtykt 14-0-11
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 14-0-11
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð
3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Úttgjaldið úr Samhaldsfasta skattfrítt)
Uppskotið fall 13-0-16
Málið avgreitt
4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Leingja freist til 31. desember í 2020)
Málið beint í Fíggjarnevndina
5. Framløga
Formaðurin boðaði frá at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 28/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald og løgtingslóg um áseting av skatti (Heimavirki)
at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 23/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp (Vinnufeløg undantikin kringvarpsgjald)
Tikið av skrá:
1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Betra brotpensjón, frítøka, gjøld og panting)
1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin) (Bráfeingis frástøðuboð sett inn og orðið tilhald broytt til frástøðuboð)
1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 12. februar 2019, kl. 11.00, við hesi dagsskrá:
1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 4/2018: Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk (Varskógvaralógin)
2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Betra brotpensjón, frítøka, gjøld og panting)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina
3. 1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin) (Bráfeingis frástøðuboð sett inn og orðið tilhald broytt til frástøðuboð)
Málið verður beint í Rættarnevndina
4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp
Málið verður beint í Mentanarnevndina
5. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-7/2018 til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, viðvíkjandi byrgingini um Haraldssund
6. Framløga
Fundur lokin 18.20
Páll á Reynatúgvu
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari