Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

50. fundur 

 

Ár 2019, týsdagin, 12. februar, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Høgni Hoydal og Eyðgunn Samuelsen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Farloyvi:
Skriv frá Jógvani Skorheim, dagfest 11. februar 2019 har biðið verður um farloyvi frá 12. februar 2019, og at næsti maður á lista Sjálvstýris tekur sæti.
Næsti maður á lista Sjálvstýris er Bárður Kass Nielsen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Bárður Kass Nielsen tekur sæti á tingi.

Skriv frá Henriki Old, dagfest 11. februar 2019, har biðið verður um farloyvi frá 12. februar 2019 til og við 18. februar, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins tekur sæti.
Næsti maður á lista Javnaðarfloksins er Djóni Nolsøe Joensen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Djóni Nolsøe Joensen tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 4/2018: Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk (Varskógvaralógin)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 12-0-11
Málið avgreitt

Fundur niðurlagdur kl. 12.02
Fundur uppafturtikin kl. 13.05

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn (Betra brotpensjón, frítøka, gjøld og panting)

Málið beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin) (Bráfeingis frástøðuboð sett inn og orðið tilhald broytt til frástøðuboð)

Málið beint í Rættarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 92/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi í Føroyum 27. januar sum almennan minningardag um Holocaust og onnur fólkadráp

Málið beint í Mentanarnevndina

5.       Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-7/2018 til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum frá Óluvu Klettskarð, løgtingsmanni, viðvíkjandi byrgingini um Haraldssund

Málið avgreitt

6.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
10/2018: Uppskot til samtyktar um eina listaskúlaskipan

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 13. februar 2019, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:

1.       Munnligir spurningar

2.       Framløga

 

Fundur lokin 17.58

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari