Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

53. fundur 

 

Ár 2019, týsdagin, 26. februar, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Landsstýrismenninir Kristina Háfoss og Hanna Jensen og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 90/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin) (Bráfeingis frástøðuboð sett inn og orðið tilhald broytt til frástøðuboð)

Uppskotið samtykt 29-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Fundur niðurlagdur kl. 12.06
Fundur uppafturtikin kl. 13.03

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 50/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan Fámjinstunnil við tilhoyrandi vegum.

Uppskotið fall 14-0-15
Málið avgreitt

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2018: Uppskot til løgtingslóg um nýggjan tunnil til Dals við tilhoyrandi vegum

Uppskotið fall 14-0-15
Málið avgreitt

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 93/2018: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2018 og um frágreiðng um virkið ráðsins í 2018

Málið varð beint í Uttanlandsnevndina

5.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Poul Michelsen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr.
99/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki og løgtingslóg um manning av skipum (Góðkenning av millumtjóðasáttmála ILO 188 – Work in Fishing Convention)
at Eyðgun Samuelsen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini nr. 100/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um útleigan av bústøðum (Leigulógin) (Ikki vinnulig útleiga víðkað, Almannaverkið heimild at gera avtalur við útleigarar um ávísingarrætt, leigunevndin heimild at seta til viks greitt órímiliga leigu o.a.) og nr. 101/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Heimild kommununnar at seta á stovn eldraíbúðir víðkað)
at Kristina Háfoss, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmálini nr. 102/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at útskriva lánsbrøv og til at útvega lutaíbúðir) og nr. 103/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskaparráð (Fleiri tilmælandi partar og krav um arbeiðsroyndir)
at løgtingsmenninir Bill Justinussen, Magnus Rasmussen og Kári P. Højgaard, hava lagt fram tingmál nr. 105/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019-3
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 20/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðarbygging
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 75/2018: Uppskot til samtyktar um sundurskiljing av netinum hjá SEV soleiðis, at netparturin verður ein sjálvstøðug eind
Formaðurin boðaði frá skrivligum fyrispurningi nr. S-10/2018 til Poul Michelsen, landsstýrismann, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroyum sum royndarland fyri 5G net.

Tikið av skrá:
1. viðgerð av tingmáli nr.
98/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Leingjan av rættinum til barsilspening við tveimum vikum, harav onnur er markað til pápan)
1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019
1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2018: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra vegir og tunlar
1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019-2

Formaðurin setti næsta fund at verða hósdagin, 28. februar 2019, kl. 13.30, við hesi dags­skrá:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-10/2018 til Poul Michelsen, landsstýrismann, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroyum sum royndarland fyri 5G net

2.       Ófráboðaðir fyrispurningar

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 90/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin) (Bráfeingis frástøðuboð sett inn og orðið tilhald broytt til frástøðuboð)

4.       Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-9/2019 til Sirið Stenberg, landsstýrismann í heilsu- og innlendismálum, frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilboði frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv og at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum

5.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 19.10

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari