Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

54. fundur 

 

Ár 2019, hósdagin, 28. februar, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Formaðurin las skriv frá Sjúrði Skaalum dagfest 27. februar 2019, har hann boðar frá at hann tekur sæti á tingi.

 

Farloyvi:
Skriv frá Rigmor Dam, dagfest 27. februar 2019 har biðið verður um farloyvi frá 28. februar 2019, og at næsti maður á lista Javnaðarfloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Kristianna Winther Poulsen, tekur sæti á tingi.


Formaðurin las skriv: Vísandi til § 26, stk. 2 í Tingskipanini har valbólkurin sum tilnevndi Honnu Jensen, hevur tilnevnt Bjarna Kárason Petersen, sum lim í Mentanarnevndini og varalim í Rættarnevndini og Uttanlandsnevndini
Vísandi til § 26, stk. 2 ptk. 3 í Tingskipanini verður boðað frá at Rigmor Dam verður limur í Mentanarnevndini fyri Jónleif Johannesen og varalim í Uttanlandsnevndini fyri Djóna Nolsøe Joensen.
Jónleif Johannesen verður limur í Trivnaðarnevndini fyri Rigmor Dam.


Til viðgerðar:


1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-10/2018 til Poul Michelsen, landsstýrismann, frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi Føroyum sum royndarland fyri 5G net

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast

2.       Ófráboðaðir fyrispurningar

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 90/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tilhald, uppihaldsforboð og burturvísing (Tilhaldslógin) (Bráfeingis frástøðuboð sett inn og orðið tilhald broytt til frástøðuboð)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-0
Málið avgreitt


4.       Framløga

Formaðurin boðaði frá, at løgmaður hevur lagt fram tingmál nr. 108/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Brotsverk ímóti almennum myndugleikum o.a., brotsverk ímóti almennum friði og skilhaldi, brotsverk í tænastu ella starvi hjá tí almenna o.a., følsk frágreiðing og følsk ákæra, brotsverk viðvíkjandi gjaldsmiðlum og skjalafalsan)
at Poul Michelsen, hevur lagt fram tingmálini nr. 104/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af udlændingeloven (Bemyndigelse til at fastsætte integrationsrelevante krav som betingelse for tidsubegrænset opholdstilladelse på Færøerne, hjemmel til delegation af kompetence til at træffe afgørelse om ophold på Færøerne i første instans til færøske myndigheder og ændring af klageadgang i sådanne sager til Udlændingenævnet),  nr. 106/2018: Uppskot til samtyktar um at seta í gildi fyri Føroyar fríhandilssáttmála millum Føroyar og Sameinda Kongsríkið Stórabretlands og Norðurírlands og nr. 107/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Bryggjarí fáa heimild at selja alla framleiðslu sína beinleiðis til tollfríar sølubúðir, proviantering og provianteringsfyritøkur. Harumframt verða gjørdar smærri lógartøkniligar broytingar)
at Páll á Reynatúgvu løgtingsformaður hevur lagt fram tingmálini nr. 110/2018: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna og tingmál nr. 111/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. (Samsýningar og eftirløn løgtingsmanna v.m.)
at Magni Laksáfoss, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmál nr. 112/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Loyvisviðurskifti, miðsavnan, søla, netvirksemi og ravmagnsmarknaður)
at Bárður Kass Nielsen og Kári P. Højgaard, løgtingsmenn hava lagt fram tingmál nr. 109/2019: Uppskot til samtyktar um at betra um fortreytirnar hjá ungum at sleppa til skips


Tikið av dagsskrá:

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-9/2019 til Sirið Stenberg, landsstýrismann í heilsu- og innlendismálum, frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilboði frá Novo Nordisk grunninum um diabetessamstarv og at byggja miðstøð fyri diabetes í Føroyum

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 6. februar 2019, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 75/2018: Uppskot til samtyktar um sundurskiljing av netinum hjá SEV soleiðis, at netparturin verður ein sjálvstøðug eind

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 20/2018: Uppskot til samtyktar um at javnseta privata og almenna bústaðarbygging

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 95/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 96/2018: Uppskot til løgtingslóg um at dagføra vegir og tunlar

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019-2

6.     1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygd á sjónum, løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki og løgtingslóg um manning av skipum (Góðkenning av millumtjóðasáttmála ILO 188 – Work in Fishing Convention)

7.       Framløga

Fundur lokin kl. 15.18

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari