Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

58. fundur 

 

Ár 2019, mánadagin, 11. mars, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Joen Magnus Rasmussen og Magni Laksáfoss og landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Kristina Háfoss og Eyðgunn Samuelsen og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.       Aðalorðaskifti F-5/2018 um frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um samferðsluætlan

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 12. mars 2019, kl. 10.00, við hesi dags­skrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 130/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om oplysninger, der skal medsendes ved pengeoverførsler

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 131/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 144/2018: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar § 12 í lóg nr. 1520 af 18/12/2018, lov om ændring af lov om finansiel virksomhed, lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask og finansiering af terrorisme (hvidvaskloven), lov om kapitalmarkeder og forskellige andre love (Føroya váðaráð og Landsbanki Føroya kunnu heinta upplýsingar frá føroyskum bankum)
Tingmálini nr. 130, 131 og 144/2018 verða viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 110/2018: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 111/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. (Samsýningar og eftirløn løgtingsmanna v.m.)
Tingmálini nr. 110 og 111/2018 verða viðgjørd undir einum

6.       Atkvøðugreiðsla um at beina tingmálini nr. 110/2018: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna og nr. 111/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um nevnd at geva løgmanni tilmæli um samsýningar og eftirløn landsstýrismanna v.m. (Samsýningar og eftirløn løgtingsmanna v.m.) í eina § 25 nevnd 

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 107/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Bryggjarí fáa heimild at selja alla framleiðslu sína beinleiðis til tollfríar sølubúðir, proviantering og provianteringsfyritøkur. Harumframt verða gjørdar smærri lógartøkniligar broytingar)
Málið verður beint í Vinnunnevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 105/2018: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri februar 2019-3
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

9.       1. viðgerð a tingmáli nr. 109/2018: Uppskot til samtyktar um at betra um fortreytirnar hjá ungum at sleppa til skips
Málið verður beint í Vinnunevndina

10.    Framløga


 

Fundur lokin kl. 15.57

 

 

Páll á Reynatúgvu

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari